Byirnir í Suðuroynni gott ár

Byirnir í Suðuroynni gott ár
Á Tvøroyri bleiv hall til avlop í 2018
Bæði í Vági (myndin) og á Tvøroyri var avlop í fjør
 
19.06.2019 - 12:09

Raksturin hjá Vágs kommunu gav 2,2 milliónir krónur í avlopi í fjør. Roknskapurin fyri 2018 varð samtyktur á býráðsfundi mánakvøldið.

Inntøkurnar vóru 65,7 milliónir krónur. Tað eru 5,4 milliónir krónur meira enn fíggjarætlanin fyri 2018 sigur.

Íløgur vórðu gjørdar fyri 7,2 milliónir krónur. Størsta einstaka íløgan í 2018 var í nýggja graslíkisvøllin á Eiðinum. 

Í 2018 rindaði Vágs kommuna 2,5 milliónir krónur aftur av lánum. Við árslok var nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 31,6 milliónir krónur, 69 prosent av einari álíkning.

Hall bleiv avlop

Í fíggjarætlanini fyri 2018 hjá Tvøroyrar kommunu er hallið næstan 23 milliónir krónur. Men tá avtornaði er avlop í ársroknskapinum. Avlopið er næstan níggju milliónir krónur. Munurin á fíggjarætlan og ársroknskapi er tí slakar 32 milliónir krónur.

Tað kostaði 66,8 mió. kr. at reka Tvøroyar kommunu í fjør, 2,6 milliónir minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Men íløgurnar vóru 11 milliónir krónur, hóast góðar 27,8 milliónir eru í fíggjarætlanini.  

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í fjør vóru 12,5 milliónir krónur størri enn væntað. Kommunan rindaði 3,5 milliónir krónur í avdráttum í fjør.

Nettoskuldin við árslok var komin niður á minni enn ein triðing av einari álíkning. Tá skuldin var størst, var hon góðar átta álíkningar, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819