Vinnuøkið á Gomlurætt framvegis á skránni

Vinnuøkið á Gomlurætt framvegis á skránni
Býráðið í Havn skal viðgera spurningin, um kommunan skal keypa vinnuøkið norðan fyri Gomlurætt fyri 28 mió. kr. at gjalda í 2022 og 2023
Vinnuøkið skal gerast norðan fyri Gomlurætt
 
19.06.2019 - 12:27

Vinnuøkið við Gomlurætt er framvegis aktuelt. Tað verður á býráðsfundi í Havn í annaðkvøld. Býráðið skal viðgera spurningin, um kommunan skal keypa vinnuøkið norðan fyri Gomlurætt fyri 28 milliónir krónur at gjalda í 2022 og 2023.

Vinnuøkið skal gerast við gróti úr Sandoyartunlinum og stórt grót til brimverju skal fáast úr einum grótbroti oman fyri Gomlurætt. 

Tað kostar kommununi 40 milliónir krónur, men P/f Eystur- og Sandoyartunlar rinda 12 milliónir av teimum 40.

Fleiri treytir

Vinnuøkið verður slakar 35.000 fermetrar og grótbrotið slakar 19.000 fermetrar. Men tað er ikki bara sum at siga tað at gera vinnuøki við Gomlurætt.

Byggisamtyktin fyri økið má broytast. Loyvi máa fáast frá friðingarmyndugleikum. Umhvørvisstovan má geva loyvi til at fylla grót út á sjógv og Landsverk eigur økið.

Umhvørvisstovan hevur longu gjørt eina árinsmeting á staðnum. Umhvørvisstovan heldur ikki, at ætlanin fer at ávirka munandi náttúru og umhvørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887