Lesandi uttanlands hava valrætt til løgtingið

Lesandi uttanlands hava valrætt til løgtingið
Løgtingsval verður í seinasta lagi 31. august í ár, og lesandi uttanlands eiga skjótt at gera av, um tey vilja brúka hendan rættin at atkvøða
 
23.06.2019 - 15:20

Reglurnar siga, at føroyingar, sum fyribils eru uttanlands í útbúgvingarørindum, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti, og um tey, áðrenn tey fluttu av landinum, hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi fimm ár tilsamans.

Men fyri at kunna atkvøða, so skulu lesandi verða skrásett á einum vallista, og fyri at koma á hann, skal ein umsókn sendast til ta kommununa, sum viðkomandi búði í, áðrenn viðkomandi flutti av landinum.

Kommunan skal kunna viðgera umsóknina og taka avgerð í málinum í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn valdagin.

Umsóknarbløð fáast frá kommununum, mangan teldutøkt á teirra heimasíðum, og eisini á føroyskum viðskiftastovum uttanlands.

Lesandi uttanlands velja á støðum, sum annars verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. 

Eisini ber til at greiða brævatkvøðu á einum fólkayvirliti í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851