USA framt telduálop á iranskar vápnaskipanir

USA framt telduálop á iranskar vápnaskipanir
Lopið var á skipanir, sum stýra tólum, ið skjóta rakettir. Hesar blivu óvirknar av álopunum, skrivar Washington Post.
 
23.06.2019 - 09:42

USA framdi hósdagin telduálop á iranskar vápnaskipanir - sama dag, sum Donald Trump, forseti, í evstu løtu broytti meining og kortini ikki gav endalig boð um loftálop á Iran.

Tað skrivar tíðindastovan AP, eins og fleiri amerikanskir miðlar.

Washington Post skrivar, at cyberálopini vóru vend móti iranskum telduskipanum, sum stýra rakettútskjótingartólum, og at tær blivu óvirknar av álopunum. 

The New York times skrivar, at telduálopini vóru mótatgerðir, tí Iran skeyt eina amerikanska dronu niður, umframt at USA gevur Iran skyldina fyri álop á oljutangaskip í økinum.

BBC skrivar, at ongar óheftar upplýsingar eru um avleiðingarnar av telduálopunum.

Iran boðaði í síðstu viku frá, at landið ætlar sær at fara út um altjóða avtalaðu mørkini fyri sína kjarnorkuverkætlan.

USA, er farið úr avtaluni, og amerikanski forsetin sigur, at hann vil ikki hava kríggj móti Iran, men hevur ávarað um, at Iran verður týnt, um stríð brestur á.

Amerikansku telduálopini hava verið í umbúna í fleiri vikur, siga fleiri keldur við amerikanskar miðlar, og vóru ætlað sum aftursvar eftir álopini á oljutangaskipini í Omanflógvanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652