Landaðu svartkjaft uttanlands 12 ferðir

Landaðu svartkjaft uttanlands 12 ferðir
Sjey føroysk skip landaðu 46.681 tons av svartkjafti uttanlands í ár
Fagraberg landaði 10.600 tons í Danmark í vár
 
24.06.2019 - 12:30

Landingarnar vóru 12 í tali, upplýsir Vørn. Skipini, sum landaðu uttanlands, eru Christian í Grótinum, Fagraberg, Jupiter, Høgaberg, Norðingur, Finnur fríði og Næraberg.

Jupiter og Fagraberg vóru fýra ferðir hvør við svartkjafti uttanlands. Londini, sum fingu føroyskanLan svartkjaft í ár, eru Danmark, Ísland, Noreg, Írland og Niðurlond.    

Fyri at stytta bíðitíðina eftir at sleppa fram at hjá Havsbrún í Fuglafirði, var føroyskum skipum loyvt at landa svartkjaft í øðrum londum frá 17.apríl til 14.juni.

Í fjør landaðu átta føroysk skip góð 39.000 tons av svartkjafti uttanlands. Landingarnar vóru tá 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652