Landsrætturin samdur við Føroya rætt um varðhald

Landsrætturin samdur við Føroya rætt um varðhald
Landsrætturin staðfesti avgerðina um ikki at varðhaldsfongsla mann, sum er skuldsettur fyri manndráp ella fyri grovan harðskap, sum elvdi til deyða
Føroya rættur tók eina rætta avgerð, sigur Landsrætturin.
 
24.06.2019 - 12:02

Eystari landsrættur er samdur við Føroya rætt.

Landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um ikki at varðhaldsfongsla 24 ára gamla mannin, sum er skuldsettur fyri manndráp ella, í øðrum lagi, fyri grovan harðskap, sum elvdi til deyða.

Maðurin var í grundlógaravhoyring allan hósdagin í síðstu viku. 

Føroya rættur segði í sínum úrskurði hóskvøldið, at skuldsetti maðurin skal ikki varðhaldsfonglast.

Hendan úrskurð hevur Eystari landsrættur staðfest við somu grundgeving sum Føroya rættur.

Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, tí annars kann hann, sambært ákæruvaldinum, ávirka kanningararbeiðið hjá politinum.

24 ára gamli maðurin noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584