Neyðugt at fara afturumaftur við stórum bygningum

Neyðugt at fara afturumaftur við stórum bygningum
Farast má afturumaftur, tí Tórshavnar kommuna er ikki nøgd við, hvussu Boðanesheimið, og skúlarnir á Argjahamri og við Løgmannabreyt eru bygd
21 royndir eru tiknar av takinum á Boðanesheiminum. Níggju teirra vístu, at bjálvingin ikki er turr
 
24.06.2019 - 12:19

Ábøtur eru neyðugar. Nýggj vindeygu skulu setast í Boðanesheimið. Ikki tí, at vindeyguni, sum vóru sett í, tá heimið varð bygt fyri átta-níggju árum síðani, longu eru ov gomul. Men vindeyguni leka.

Semja er gjørd millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið um vindeyguni. Byggifelagið skal seta nýggj vindeygu í og umvæla skaðarnar, sum lekin hevur gjørt. 

Byggifelagið skal eisini rinda, men pengar fyri tíðina, sum gomlu vindeyguni hava verið í, verða drignir frá.

Bjálving er vát

Bjálvingin á takinum á Boðanesheiminum er vát, hava royndir staðfest. Men ikki er liðugt at kanna enn, hví so er. Boðanesheimið er ikki einasti stóri bygningurin hjá Tórshavnar kommunu, sum ikki er nóg væl gjørdur.

Kommunan hevur nú samráðingar við tryggingina um skúlan á Argjahamri, har millum annað partar av klædninginum skulu gerast umaftur. Arbeiði fyri góðar fimm milliónir krónur skulu gerast á Argjahamri.

Við Løgmannabreyt er eisini neyðugt at fara afturumaftur. Har er klædningurin eisini trupulleikin. Men hvør eigur trupulleikan eru partarnir ikki samdir um.

Vansin hjá kommununi er, at trupulleikin kom ikki undan kavi fyrr enn fimm ár vóru farin, frá tí at skúlin varð latin komunununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887