Lupu á fleiri bygdir í Etiopia

Lupu á fleiri bygdir í Etiopia
Í minsta lagi 37 fólk lótu lív, tá álop varð framt móti bygdum í Beni-shangul-Gumuz-økinum í Etiopia síðsta vikuskiftið, nærum øll eru sivilfólk
 
28.06.2019 - 16:53

Landspartastjórin, Ashadli Hassen, sigur, at vápnað viðhaldsfólk hjá herhøvdinganum, Asaminew Tsiger, sála, lupu á bygdirnar. 

Tsiger var herhøvdingi í etiopiska herinum og trygdarovasti í Amhara-landspartinum, - sum er granni hjá Benishangur-Gumuz. 

Hundraðtals fólk handtikin

Tsiger er eisini lagdur undir at hava dripið yvirherhøvdingan í Amhara, og hjálpamann hansara, og fyri at hava roynt at framt stjórnarkvett.

Tsiger flýddi eftir morðini, men løgreglan skeyt hann til deyðis seinni sama dag. Internetið í Etiopia er í løtuni stongt, meðan myndugleikar kanna álopini.

Óváttaði tíðindi siga, at hundraðtals fólk eru longu handtikin og fongslað í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585