USA og Kina aftur til samráðingarborðið

USA og Kina aftur til samráðingarborðið
Á G20 toppfundinum í dag samdust Donnald Trump og Xi Jinping at steðga handilskrígginum og byrja at samráðast aftur
Mynd: businessinsider.com  
 
29.06.2019 - 16:10

Á G20 toppfundinum í Japan í dag, eru USA og Kina komin ásamt um, at fara undir handilssamráðingar aftur. Handilskríggj hevur verið eina tíð ímillum londini, sum hevur tarnað globalu búskaparligu gongdini.

Í dag samdust stjórnarleiðarnir báðir, Donnald Trump og Xi Jinping, um at fara aftur til samráðingarborðið.

Trump vil ikki taka økta tollin á kinesiskar vørur av, men hann váttar, at hann ikki fer at leggja ætlaða eyka tollin á 300 milliardir dollarar, á innflutning frá Kina. 

Amerikanskar fyritøkur kunnu aftur selja til Huawei

Somuleiðis boðaði Trump frá, at amerikanskar tøknifyritøkur aftur kunnu selja vørur til kinesiska telerisan, Huawei. Amerikanksa handilsmálaráðið bannaði annars í mai mánaði allari sølu til Huawei.

Bannið forðaði amerikansum fyritøkum at selja týdningarmikla tøkni, sum Huawei brúkar til at menna sínar vørur við - og harvið skaða framleiðsluna hjá telerisanum.   

At amerikanski forsetin slepti banninum at selja til Huawei, verður skýrt at verða eitt týdningarmikið og víðgongt stig í samráðingunum. Sambært Trump gingu samráðingarnar við Kina betri enn væntað, og tær fara at halda áfram.

Kelda: bbc.com


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628