Trump fyrsti USA forseti í Norðurkorea

Trump fyrsti USA forseti í Norðurkorea
Donald Trump hevur sum tann fyrsti amerikanski forsetin í embætinum verið í Norðurkorea. Tað hendi í morgun, okkara tíð
Kim Jong-un og Donald Trump hittust á markinum millum tey bæði Korealondini.
 
30.06.2019 - 10:48

Donald Trump hevur sum tann fyrsti amerikanski forsetin í embætinum verið í Norðurkorea. Tað hendi í morgun, okkara tíð.

Donald Trump og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un, sum hildu ein fráboðaðan fund í avvápnaða geiranum millum Norður- og Suðurkorea, gingu saman um markið til Norðurkorea, har teir tóku í hondina hvør á øðrum.

- Donald Trump forseti er tann fyrsti amerikanski forsetin, sum vitjar okkara land, og tað vísir ein vilja at gera upp við harðrendu fortíðina og lata upp fyri einari nýggjari framtíð, segði Kim Jong.

Donald Trump svaraði aftur við at bjóða norðurkoreanska leiðaranum til tey Hvítu húsini.

- Hetta er ein stórur dagur fyri allan heimin, segði hann og legði afturat, at hann var errin um at vera fyrsti amerikanski forsetin, sum fór um markið til Norðurkorea.

Hetta er triði fundurin millum Donald Trump og Kim Jong-un. 

Tveir fyrrverandi forsetar hava vitjað Norðurkorea - Jimmy Carter í 1994 og 2010 og Bill Clinton í 2009 - eftir teirra embætistíð.

Fundurin millum Donald Trump og Kim Jong-un gevur vónir um, at USA og Norðurkorea kunnu taka uppaftur samráðingar um ta avtaluna frá 2018, sum skal fáa frið á koreansku hálvoynni. 

Málið er at steðga kjarnorkuætlanini hjá Norðurkorea, samstundis sum USA tekur aftur revsitiltøkini móti Norðurkorea. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012