Føroyar vunnu á Spania

Føroyar vunnu á Spania
U17 landsliðið í hondbólti hevur í kvøld framt eitt altjóða bragd
 
01.07.2019 - 18:37

Føroyar hava vunnið á Spania í hondbólti!

U17 landsliðið, sum luttekur í European Open í Gøteborg í Svøríki, vann fyri løtu síðan 31-27 á Spania.

Støðan í hálvleikinum var 16-15 til Spania.

Í øðrum hálvleiki tóku føroyingarnir seg munandi fram í verjuspælinum, og tað gjørdi spaniólar fjálturstungnar í álopsspælinum.

Serliga spældi føroyski málverjin, Pauli Jacobsen, ein sera góðan dyst. Sambært hagtølunum hjá útvarpsstøðini, FM1, hevði hann tilsamans 22 bjargingar í dystinum.

Toppskjútti hjá Føroyum bleiv Elias Ellefsen á Skipagøtu við 11 málum. Hann er í løtuni eisini toppskjútti í allar kappingini við tilsamans 22 málum.

Sostatt hava Føroyar fingið eina sera góð byrjan upp á hesa kappingina, tí fyrr í dag vunnu Føroyar við heili tíggju málum á Norra, 32-22.

Føroyska U17 landsliðið skal longu aftur á vøllin klokkan 11.00 í morgin. Tá er Estland mótstøðuliðið.

Hin bæði londini í bólkinum hjá Føroyum eru Georgia og Ísrael. Føroyar spæla ímóti teimum báðum fyrrapartin og seinnapartin mikudagin.

Støðan í bólki C

1.Føroyar 2 dystir 4 stig
2.Ísrael 2 dystir 4 stig
3.Spania 2 dystir 2 stig
4.Norra 2 dystir 2 stig
5.Georgia 2 dystir 0 stig 
6.Estland 2 dystir 0 stig

Úrslitini higartil

Norra-Føroyar 22-32
Ísrael-Estland 26-20
Spania-Georgia 33-21
Georgia-Ísrael 26-29
Spania-Føroyar 27-31
Norra-Estland 27-18

Komandi dystir

Týsdagin 2.juli Føroyar-Estland
Týsdagin 2.juli Georgia-Norra
Týsdagin 2.juli Spania-Ísrael

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585