KÍ góðan møguleika at spæla seg víðari í kvøld

KÍ góðan møguleika at spæla seg víðari í kvøld
Fortreytirnar eru góðar fyri, at KÍ spælir seg víðari í Evropa League kappingini í kvøld
 
04.07.2019 - 08:00

Klaksvíkingar skulu gera arbeiðið liðugt, men teir hava eitt ógvuliga gott útgangsstøði undan dystinum ímóti Tre Fiori í kvøld.

Tá dysturin í kvøld verður bríkslaður ígongd, er KÍ á odda heili 5-1, sum bleiv úrslitið í fyrra dystinum móti felagnum úr San Marino.

Patrik Johannsen, Simen Sandmæl, Jonn Johannesen og Jóannes Bjartalíð (2) skoraðu málini fyri KÍ í tí dystinum.

190628_DV_KI_TRE_FIORI

Dysturin ímillum Tre Fiori og KÍ byrjar klokkan 19.45.

Spælir KÍ seg víðari skulu teir møta Riteriai úr Litava.

NSÍ byrjar í mótgongd

NSÍ skal eisini á vøllin í Evropa League kappingini í kvøld.

Uppgávan hjá NSÍ er munandi torførari enn tann hjá KÍ, tí runavíkingar taptu fyrra dystin ímóti Ballymena úr Norðurírlandi 0-2.

NSÍ og Ballymena spæla á Svangaskarði klokkan 19.00. Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum.

Eydnast tað NSÍ at vinna samanlagt, skulu teir møta Malmø úr Svøríki í komandi umfarinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851