Nú skulu elbilar larma

Nú skulu elbilar larma
Elbilar skulu í framtíðini ikki vera so friðarligir, sum teir eru nú
 
02.07.2019 - 14:07

Í gjár komu nýggjar reglur í gildi fyri elbilar, sum áleggja framleiðarunum at seta larm-skipan í bilarnar, so teir hoyrast betri, enn teir gera nú.

Talan verður um motorljóð sum er 56 decibel, og sum skal ljóða, tá bilurin koyrir minni enn 20 km/t, og tá hann bakkar, sum ávaring til fólk, sum ikki eru í einum akfari.

Nýggju reglurnar eru bara galdandi fyri nýggjar elbilar. Bilar, sum longu eru á marknaðinum, fáa longri freist og skulu hava slíka útgerð í í seinasta lagi 1. juli 2021.

Í Føroyum eru tilsamans 177 eldrivin akfør sambært nýggjastu tølunum hjá Akstovuni - 148 persónbilar, 20 prutl, átta vøruvognar og ein motorsúkkla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819