Møta Georgia og Ísrael í dag

Møta Georgia og Ísrael í dag
Føroyska U17 landsliðið spælir síðstu dystirnar í bólkaspælinum í dag
 
03.07.2019 - 08:29

Føroyska U17 landsliðið í hondbólti spælir tveir dystir í dag, sum eru teir síðstu í innleiðandi bólkaspælinum í European Open í Gøteborg.

Klokkan 09.45 spæla Føroyar og Georgia, og seinnapartin klokkan 15:30 skulu Føroyar spæla ímóti Ísrael.

Dystirnir verða avgerandi fyri, um Føroyar megna at halda sær á fyrsta plássi í Bólki C.

Nummar eitt og tvey í innleiðandi bólkunum fara víðari.

Síðani verður nýggjur bólkur spældur. Nummar eitt og tvey í bólki C møta nummar eitt og tvey í bólki D.

Í løtuni er Ungarn oddalið í bólki D við seks stigum, meðan Hvítarussland og Slovakia hava fýra stig.

Tað er greiður fyrimunur at vinna innleiðandi bólkin, tí nummar eitt fær tvey stig við sær í nýggja bólkin, meðan nummar tvey einki fær við sær.

Bólkavinnararnir í nýggju bólkunum fara víðari í finaluna.

Støðan í Bólki C

1.Føroyar 3.dystir 6 stig
2.Spania 3 dystir 4 stig
3.Norra 3 dystir 4 stig
4.Ísrael 3 dystir 4 stig
5.Estland 3 dystir 0 stig
6.Georgia 3 dystir 0 stig

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585