Føroyar møta Svøríki í finaluni í kvøld

Føroyar møta Svøríki í finaluni í kvøld
Í kvøld skal vinnarin av European Open finnast.
 
05.07.2019 - 10:53

Føroyska U17 landsliðið hevur staðið seg sera væl í European Open kappingini í Gøteborg.

Kappingin byrjaði við 24 hondbóltstjóðum, nú eru bara tvær eftir, Føroyar og vertstjóðin, Svøríki.

Í kvøld fara liðini á vøllin at spæla um steypið.

Svøríki er ósigrað í kappingini higartil. Teir hava spælt javnleik ímóti Kekkia, men annars vunnið allar sínar dystir.

Føroyar hava eisini vunnið allar sínar dystir, burtursæð frá einum, tá Føroyar taptu fyri Ísrael, men tá spældi føroyska liðið ikki við sterkastu manning.

Úrslitini hjá Svøríki

Svøríki-Russland Innleiðandi 28-21
Svøríki-Sveis Innleiðandi 29-13
Svøríki-Luksemborg Innleiðandi 27-13
Svøríki-Stórabretland Innleiðandi 36-7
Svøríki-Kekkia Innleiðandi 25-25
Svøríki-Italia Meginumfar 22-19
Svøríki-Ísland Meginumfar 22-19

Úrslitini hjá Føroyum

Føroyar-Norra Innleiðandi 32-22
Føroyar-Spania Innleiðandi 31-27
Føroyar-Estland Innleiðandi 22-11
Føroyar-Georgia Innleiðandi 28-23
Føroyar-Ísrael Innleiðandi 16-18
Føroyar-Hvítarussland Meginumfar 32-21
Føroyar-Ungarn Meginumfar 22-20

Dysturin ímillum Svøríki og Føroyar byrjar klokkan 19.30 í kvøld.

FM 1 hevur beinleiðis frásøgn, og dysturin kann eisini stroymast beinleiðis á síðuni hjá EHF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584