Ákærdur fyri dráp

Ákærdur fyri dráp
Ein 24 ára gamal maður er ákærdur fyri at dripið eina gentu í Hvannasundi í 2012.
Mynd: savnsmynd  
 
06.07.2019 - 10:09

Nú - sjey ár eftir, at ein ung genta varð funnin deyð við bygningina um Hvannasund - hevur ákærumyndugleikin gjørt av at reisa ákæru móti einum 24-ára gomlum manni fyri at hava dripið gentuna í november 2012.

Hetta boðar ákæruvaldið frá á twitter undir vanganavninum "Færøernes anklagere".

Har skriva tey, at ákæruritið verður liðugt síðst í august mánaði, og at rættarmálið við nevningatingi verður í desember.

Málið hevur sum nevnt mong ár á baki.

21. november í 2012 varð gentan funnin á sjónum, og rættarliga líksýnið dagin eftir vísti, sambært embætislæknanum, at gentan var druknað.

Men tá eitt ógvusligt brotsverk hendi í Norðdepli á sumri árið eftir, har fýra fólk vórðu illa stungin, fekk løgreglan aftur áhuga fyri deyðu gentuni við byrgingina millum Hvannasund og Norðdepil árið fyri. 

Tí tann - tá - 18-ára gamli maðurin, sum nú varð handtikin, hevði gingið saman við gentuni í eitt tíðarskeið frammanundan. Fyri hetta seinna harðskapsmálið fekk maðurin fleiri ára fongsulsrevsing.

Politiið fekk tá gentuna grivna uppaftur, so ein rættarlæknalig obduktión kundi gerast. Niðurstøðan av obduktiónini var tó tann sama sum av líksýninum: at gentan var druknað.

Ikki fyrr enn í summar verður maðurin so handtikin og grundlógaravhoyrdur, tí illgruni var um, at hann drap gentuna fyri sjey árum síðani.

Maðurin noktar seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851