Ferðavinnan dálkar umhvørvið í Barcelona

Ferðavinnan dálkar umhvørvið í Barcelona
Borgarstjórin sigur, at býurin hvørki fer at víðka havnalagið ella flogvøllin fyri at taka ímóti fleiri ferðafólkum.
Barcelona
Mynd: savnsmynd  
 
06.07.2019 - 17:01

Í Barcelona ætlar borgastjórin at avmarka talið av ferðaskipum, sum legga at í býnum, og at forða fyri at flogvøllurin verður útbygdur.

Plássið, vit hava til endamálið, er ikki óavmarkað, sigur Ada Colau, borgarstjóri.

Luftdálkingin avmarkast

Endamálið er at avmarka luftdálkingina, sum mangan er størri enn markið, Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir til at halda seg innanfyri.

Barcelona er millum best umtóktu ferðamálini í Evropa, samstundis sum ein kanning vísir, at borgararnir í býnum halda, at ferðavinnan er størsti trupulleikin.

Tann næststørsti er tørvurin á bústøðum, sigur kanningin, og sambandið við fyrra trupulleikan er greiður, tí tað eru ferðafólkini og gistingar teirra, sum leggja hald á flestu bústaðirnar.

Umhvørvislig undantaksstøða

Mikudagin fer býarstýrið at lýsa Barelona í umhvøvisliga undantaksstøðu og áleggja tiltøk, sum hava til endamáls at minka um luftdálkingina.

Millum annað fara teir mest dálkandi bilarnir at fáa forboð fyri at koma inn í miðbýin, og teir skulu í staðin brúka ringvegirnar uttanfyri.

Grannaløg og umhvørvisbólkar hava í áravís stríðst fyri at avmarka talið á ferðamannaskipum, sum koma til Barcelona. Í fjør komu 2,5 milliónir ferðafólk í land har.

Avmarkaðar møguleikar

Barcelona er tann býurin í Evropa, sum flest ferðamannaskip vitja, og luftdálkingin er samstundis tann ringasta.

Tey, sum finnast at stóra streyminum, sum kemur í land av ferðamannaskipunum siga, at hesi ferðafólk - hvør sær - einans brúka góðar 400 krónur, meðan tey eru í landi, men eru til stóran ampa, tí tey leggjast aftrat øllum hinum ferðafólkunum, sum troka seg fram ígjøgnum gøturnar í Barcelona.

Hóast borgarstjórin sigur seg vilja gera nakað við støðuna, eru møguleikar hennara avmarkaðir, tí býarstýrið ræður hvørki yvir havnini ella flogvøllinum í Barcelona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010