Iran brýtur atomavtalu

Iran brýtur atomavtalu
Iranskir myndugleikar siga, at hvørki USA ella Evropa halda avtaluna
 
07.07.2019 - 16:24

Atomavtalan frá 2015  ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv uran Iran kann hava. Og í dag boða iranskir myndugleikar frá, at landið er farið yvir um ásetta markið. 

Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag. 

Í atomavtaluni er ásett, at Iran ikki má økja nøgdina av urani meira enn 3,67 %, men í dag er Iran eftir øllum at døma farið yvirum mark. 

Hetta kemur í kjalarvørrinum av langa stríðnum millum Iran og USA, har USA ferð eftir ferð hevur sett revsitiltøk í verk mótvegis Iran. Hetta stríðið hevur sostatt fingið Iransku myndugleikar at kenna seg sviknar av millum annað Evropa, sum sambært iransku myndugleikunum ikki ger nóg mikið fyri at varðveita atomavtaluna.  

Ein iranskur talsmaður sigur tó sambært Reuters, at landið enn ynskir at varðveita atomavtaluna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887