- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambýli til 18 fólk verður bygt á Mýrini
Tá nýggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík verður liðugt, verður pláss fyri 18 fólkum har.
Talan verður um tríggjar eindir, sum hava seks íbúðir hvør.
Í tveimum eindum verða íbúðir við kamari, tekøki og baðirúmi. Harumframt verður felagsøki við køki, stovum og uppihaldsøkjum.
Triðja eindin verður til fólk, sum hava menningartarn og ikki hava brúk fyri starvsfólki um seg allan dagin.
Tær íbúðirnar eru størri enn hinar. Í teimum verða kamar, stova, køkur, durur og baðirúm.
Fara at byggja fyrst í 2020
Byggingin byrjar eftir nýggjár.
Tað upplýsti Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tá heimið í Torfinsgøtu í Havn var liðugt fríggjadagin.
Tey, sum hava búð á Mýrini, flyta í Tórfinsgøtu eftir summarfrítíðina.
Inniluftskanningar á Mýrini í mars í fjør vístu, at ikki var ráðiligt at hava fólk har.
Játtanin til at keypa og umvæla Tórfinsgøtu er 7,5 mió. kr.