Føroyskir svimjarar eru í 10 av 11 finalum

bannari
Føroyskir svimjarar eru í 10 av 11 finalum
Eftir innleiðandi svimjikappingarnar fyrrapartin er greitt, at Føroyar eru við í øllum finalunum í kvøld uttan einari
Aftur í dag eru góðar vónir um fleiri gullmerki í svimjing á Oyggjaleikunum.
 
10.07.2019 - 11:11

Tað er aftur lagt upp til eitt spennandi svimjikvøld í Gibraltar, nú Føroyar hava svomið seg í 10 av 11 finalum í kvøld. 

Higartil hava føroysku svimjararnir vunnið tilsamans átta gull, tvey silvur og fimm bronsuheiðursmerki, og liggja tey eisini á odda í innanhýsis kappingini millum oyggjarnar at vinna svimjikappingina á leikunum. Isle of Man er tó beint í hølunum við sjey gull, tveimum silvur og fýra bronsum. 

Føroyar hava svomið seg í hesar finalurnar, sum verða stroymdar beinleiðis her á kvf.fo frá klokkan 17.00 í dag:

100 metrar blandað menn Alvi Hjelm og Róland Toftum
400 metrar frí kvinnur Vár E. Eidesgaard og Eyðrið Mortensen
200 metrar rygg menn  Alvi Hjelm og Óli Mortensen
100 metrar frí menn Rókur Trygvason
50 metrar frí kvinnur Vár E. Eidesgaard og Barbara Debes
50 metrar firvald menn Róland Toftum
200 metrar rygg kvinnur Signhild Joensen og Eyðrið Mortensen
800 metrar frí menn Óli Mortensen og Johan Nónskarð Dam
4 ferðir 100 metrar frí kvinnur Føroyar
4 ferðir 100 metrar blandað menn Føroyar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887