Landsverk vil hava fleiri at súkkla i Føroyum

Landsverk vil hava fleiri at súkkla i Føroyum
Stovnurin mælir til at játta tíggju milliónir krónur um árið til at betra um súkklumøguleikarnar 
Fleiri eiga at súkkla í Føroyum, heldur Landsverk.
 
11.07.2019 - 12:24

Meira eigur at verða súkklað í Føroyum, heldur Landsverk.

Stovnurin mælir til at játta tíggju milliónir krónur um árið til at betra um súkklumøguleikarnar. 

Hesin peningur kann brúkast til at stuðla verkætlanum, sum land og kommunur gera í felag saman við Fólkaheilsuráðnum ferðaskrivstovum og øðrum, heldur Landsverk.

Landsverk heldur, at Føroyar hava góðar møguleikar at vera við til at fremja heimsmál nummar trý hjá ST við at stuðla undir eitt rørsluvinarligt undirstøðukervi. 

Í árligu nøgdsemiskanningunum hjá Visit Faroe Islands spyrja alsamt fleiri ferðafólk eftir súkklumøguleikum, millum annað súkklubreytum og ferðafólk vilja leiga súkklur.

Landsverk mælir tí til at útbyggja eitt súkklukervi í Føroyum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887