Iran tilreiðar at tingast við treytum

Iran tilreiðar at tingast við treytum
Iran er tilreiðar at tingast við USA, um amerikanska stjórnin setir tiltøkini móti Iran úr gildi og aftur verður partur av kjarnorkuavtaluni
Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast í dag fyri at tingast um støðuna við kjarnorkuavtaluni við Iran
 
15.07.2019 - 09:45

Tað segði Hassan Rohani, forseti í eini røðu í iranskum sjónvarpi í gjár. Men amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo vísir aftur, at hetta er ein møguleiki.

Hann sigur við Washington Post, at talan er um sama tilboð, sum Rohani gav fyrrverandi uttanríkisráðharranum, John Kerry, og Barack Obama, forseta, seinasta valskeið í USA.

Umrøða kjarnorkuavtaluna í dag

Trump forseti eigur sjálvandi avgerðina, men hetta er slóðin, sum seinasta stjórnin valdi at fara, og hon endaði við kjarnorkuavtaluni, sum núverandi stjórn, Trump forseti og eg sjálvur halda vera eina vanlukku, sigur uttanríkisráðharrin við Washington Post.

Frakland, Bretland og Týskland almannkunngjørdu í gjár eina felagsyvirlýsing, har londini mæla øllum pørtum til at fara aftur til samráðingarborðið fyri at forða fyri øktum spenningi í Miðeystri.

Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast í dag fyri at tingast um støðuna við kjarnorkuavtaluni við Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851