Fakfeløg vilja hava síni hjartamál í valstríðið

bannari
Fakfeløg vilja hava síni hjartamál í valstríðið
Fakfeløg eru farin at almannakunngera síni høvuðsmál upp undir løgtingsvalið seinni í summar
Heilsurøktarar arbeiða millum annað á ellisheimum
 
16.07.2019 - 13:10

Nú hevur Heilsurøktarafelagið orðað síni hjartamál. Tey eru átta í tali.

Hjartamálini kunnu, sambært Heilsurøktarafelagnum, bøta um arbeiðsviðurskiftini hjá heilsurøktarum og lívskorini hjá fólki, sum heilsurøktarar varða av. 

Álitisfólkini hjá felagnum hava orðað málini, og nevndin hevur síðani arbeitt víðari við teimum.

Hjartamálini hjá Heilsurøktarafelagnum verða løgd fram í Perluni í Havn týskvøldið í næstu viku. Tey verða eisini á heimasíðu felagsins og á sosialu miðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858