Vaksandi eftirspurningur eftir húsum

bannari
Vaksandi eftirspurningur eftir húsum
Sethúsameklarar merkja longu nú øktan áhuga eftir sethúsum í Sandoynni, hóast undirsjóvartunnilin ikki verður liðugur fyrr enn um fýra ár
Eftirspurningurin eftir húsum í Sandoynni er vaksandi, siga tvær meklarafyritøkur
 
18.07.2019 - 08:45

Eftirspurningurin eftir húsum í Sandoynni er vaksandi. Tað siga stjórarnir í húsmeklarafyritøkunum, Betri Heim og Skyn.

Um fýra ár verður koyrandi millum Streymoynna og Sandoynna, og hetta hevur økt munandi um áhugan fyri at seta búgv í Sandoynni.

Tey, sum ætla at keypa hús í oynni, mugu tó brynja seg við toli. Húsameklarafyritøkurnar hava sjáldan hús í Sandoynni til sølu - ikki enn ið hvussu er.

Undirsjóvartunnilin fyrst og fremst orsøkin

– Tað er fyrst og fremst undirsjóvartunnilin, sum er orsøkin til vaksandi áhugan fyri Sandoynni, men góðu tíðirnar í Føroyum hava eisini við sær, at fleiri fólk leita sær eftir summarhúsi, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, við Kringvarpið.

Petur Mohr Niclasen, stjóri hjá Skyn, sigur, at tey eisini kunnu staðfesta, at áhugin fyri at keypa hús í Sandoynni er vaksandi.   

Nú síggja vit veruliga ávirkanina, sum komandi undirsjóvartunlin hevur. Við fáum undantøkum verða hús í Sandoynni, sum koma á sølulista, skrødd burtur, og enntá seld omanfyri virðismetingina, sigur Petur Mohr Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819