Ferðafólkatalið í Islandi minkar

Ferðafólkatalið í Islandi minkar
Vøksturin í ferðavinnuni í Íslandi er eftir øllum at døma vendur
Annan ársfjórðing í ár minkaði ferðafólkatalið í Íslandi 13 prosentstig, vísa nýggjastu tølini
 
19.07.2019 - 09:57

Ferðafólk hava tey seinnu árini gjørt innrás í Íslandi. Ferðafólkatalið hevur verið støðugt vaksandi, men hetta er eftir øllum at døma liðugt nú.

Annan ársfjórðing í ár minkaði ferðafólkatalið við 13 prosentstigum, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstofu Íslands, sum vórðu kunngjørd mánadagin.

Í fjør komu 448.000 ferðafólk til Íslands annan ársfjórðing, í ár var talið fyri hetta sama tíðarskeiðið 390.000 ferðafólk sambært hagtølunum.

Ferðavinnan merkir sviðan

Orsøkin til, at ferðafólkatalið í Íslandi minkaði so nógv annan ársfjórðing í ár, er húsagangurin hjá lágprísflogfelagnum WOW air í mars í ár, skrivar Politiken.

WOW air fleyg millum Ísland, Evropa, Asia og Norðuramerika. Flogfelagið kundi tí selja bíligar ferðaseðlar millum Evropa og USA, ið eisini kom ferðavinnuni í Íslandi til góðar.

Síðani flogfelagið fór av knóranum eru fimm prosent færri størv í ferðavinnuni og umsetningurin í ferðavinnuni í Íslandi er minkaður við 12 prosentstigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585