Menningarkvoturnar eru nú viðgjørdar

Menningarkvoturnar eru nú viðgjørdar
Ongin av teimum, sum fingu menningarkvotu hesa ferð, hevur sagt kvotuna frá sær
 
19.07.2019 - 14:45

Ongin av teimum, sum fingu menningarkvotu hesaferð, hevur sagt kvotuna frá sær, men summi hava biðið um longda freist at koma við rakstrarætlan, sigur Fiskimálaráðið.

Umsøkjarar til menningarkvotur fingu svar 2. juli kundu ikki beinanvegin loysa frá kai og fiska kvoturnar. Áðrenn fiskiskapurin kundi byrja, skuldu umsøkjarar aftur til roknimaskinurnar. 

Allir umsøkjarar søktu um meira

Í svarinum til tey, sum hava fingið menningarkvotu, kemur fram, at allir umsøkjarar hava søkt um nógv størri nøgdir av fiski, enn tey hava fingið.

Tí krevur Fiskimálaráðið at fáa eina nýggja rakstrarætlan, ið tekur hædd fyri muninum á nøgdini, sum feløgini søktu um og tí, sum tey hava fingið, áðrenn endalig tilsøgn um menningarkvotu kann gevast. 

Skrivini við nýggjari rakstrarætlan skuldu sendast fiskimálaráðnum í seinasta lagi 14. juli - tvær vikur eftir, at svarið til tey, ið søktu um menningarkvotu, var dagfest. 

Onkur hevur biðið um longda freist

Rógvi Reinert váttar fyri Kringvarpinum, at tey hava fingið skriv frá øllum teimum seks, ið fingu menningarkvotur.

Hann sigur, at onkur umsøkjari hevur søkt um longda freist, og at allar menningarkvoturnar tí ikki kunnu avgreiðast beinanvegin. Ongin umsøkjari hevur frásagt sær menningarkvotuna. 

Rógvi Reinert kann ikki siga ítøkiliga, hvør umsókn ikki kann viðgerast endaliga beint nú, men váttar at viðgerðin annars er byrjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819