Svenskt-bretsk samstarv um nýtt stríðsflogfar

Svenskt-bretsk samstarv um nýtt stríðsflogfar
Svenska stjórnin hevur avgjørt at fara í samstarv við Bretland um at menna nýtt stríðsflogfar
Svøríki og Bretland samstarva um nýggj stríðsflogfør, sum koma í staðin fyri Jas Gripen-stríðsflogførini, sum verða brúkt í dag
Mynd: SVT  
 
19.07.2019 - 10:32

Verjumálaráðharrarnir í báðum londunum hava skrivað undir 10-ára avtalu, sum er almannakunngjørd í dag.

– Avtalan snýr seg um at menna núverandi flogfør, eitt nýtt flogfar, og at londini á ymsum økjum hjálpa hvørjum øðrum við tøkni, sigur svenski verjumálaráðharrin, Peter Hultqvist, við SVT.

Svenski staturin hevur játtað nakrar hundrað milliónir svenskar krónur til verkætlanina at byrja við, sigur Peter Hultqvist sambært svenska kringvarpinum.

Klart til framleiðslu í 2040

Bretland hevur stríðsflogfarið Eurofighter Typhoon, men landið hevur ætlanir um at menna nýtt stríðsflogfar nevnt Tempest. Stríðsflogfarið verður eftir ætlan klárt til framleiðslu í 2040.

Svøríki fer nú við í verkætlanina at menna nýtt stríðsflogfar. Tað órógvar ikki svenska verjumálaráðharran, at Svøríki fer í umfatandi samstarv við Bretland, sum er á veg úr ES.

Vit hava gott samstarv við Bretland í verjumálum, og tað halda vit fram við, sama um tey fara úr ES ella ikki, og tey eru jú eisini limir í NATO, sigur Peter Hultqvist, við SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584