Ákærdur fyri at sigla við ov nógvum ferðafólkum

Ákærdur fyri at sigla við ov nógvum ferðafólkum
Føroya rættur fer at viðgera eitt mál um ov nógv ferðafólk, sum vóru við tvíkiljuni Issehoved úr Nólsoy til Havnar leygarkvøldið 26. mai í fjør
Danska tvíkiljan Issehoved sigldi í Føroyum í fjør
 
25.07.2019 - 12:02

Føroya rættur fer 5. august at viðgera eitt mál um ov nógv ferðafólk, sum vóru við tvíkiljuni Issehoved úr Nólsoy til Havnar leygarkvøldið 26.mai í fjør.

Skiparin er ákærdur fyri at bróta lógina um trygd á sjónum. Hann játtar seg sekan.

Málið er endað í rættinum, tí ákæruvaldið vil hava rættin at áseta sektina, tí einki fordømi er.

Løgreglan stóð fyri Issehoved, tá tvíkiljan kom á Havnina, og fór um borð at gera kanningar. 

Tað vísti seg, at 114 ferðafólk vóru við henda túrin, men Issehoved hevði bara loyvi til at flyta 98 ferðafólk í senn.

Skiparin varð fyrst skuldsettur og seinni ákærdur fyri at hava 16 ferðafólk ov nógv umborð hendan túrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887