Ein gáva til skotsku loysingarrørsluna

Ein gáva til skotsku loysingarrørsluna
Boris Johnson, nýggi forsetisráðharrin í Bretlandi, skapar órógv í konservativa sambandsflokkinum í Skotlandi
 
27.07.2019 - 14:17

Boris Johnson er ein gáva til skotsku loysingarrørsluna. Grundirnar eru fleiri; Boris Johnson er ríkur, frá suðurøkinum, háborðin, vil úr ES og hevur ein feril av enskari nationalismu yvir sær.

Stutt sagt, er Boris Johnson alt tað, sum leiðarin, hjá Skotska konservativa sambandsflokkinum, Ruth Davidson ikki er. Tað sigur Andy Maciver, fyrrverandi spunasmiður hjá skotska Konservativa flokkinum.

Konservativi flokkurin um at fara í tvíningar

Andy Maciver metir, at konservativi flokkurin er við at fara í tvíningar, nú umstríddi Boris Johnson er vorðin forsetisráðharri í Bretlandi.

Hetta er ein gáva til Nicola Sturgeon, leiðara í skotska loysingarflokkinum, SNP, sum ynskir eina nýggja fólkaatkvøðu áðrenn 2021 um loysing, nú Bretland er á veg út út ES - uttan avtalu. 

Nicola Sturgeon hevur gjørt nýggja bretska forsætisráðharran varugan við, at um Bretland fer úr ES uttan eina avtalu, so hvørva 100.000 størv í Skotlandi. Tí eigur Skotland at fáa ein alternativan møguleika. Og nú er líkt til, at tað ridlar undir samhaldsrørsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819