– Frægari loysnir kunnu finnast

– Frægari loysnir kunnu finnast
Tað ber til at finna graslíkisloysnir, ið eru betur fyri umhvørvið, enn tær, vit kenna í dag, sigur Ásvald Simonsen, ið selur graslíkisvøllir
Framtíðarloysnin verða fótbóltsvøllir uttan granulat, ið kunnu brúkast til frítíðarvøllir, heldur Ásvald Simonsen, ið selur graslíkisvøllir
 
01.08.2019 - 11:41

Ásvald Simonsen óttast ikki komandi ES bannið av gummifylluni, sum vanliga verður nýtt til graslíkisvøllir, og sum kemur í gildi 1. januar 2022. 

Loysnin verður væntandi vøllir uttan granulat, sum kunnu brúkast til frítíðarfótbólt, og vøllir við onkrum nýggjum slag av granulati til tey vaksnu og til yrkisfólk, sigur Ásvald Simonsen.

Tilmælið handað politiska myndugleikanum

"Fyri at forða fyri útláti og spjaðing av mikroplasti frá graslíkisvøllum, verður mælt til at gera kunngerð um ger og rakstur av graslíkisvøllum".

Soleiðis ljóðar tilmæli nummar 9 hjá Umhvørvisstovuni til politiska myndugleikan, sum varð handað í mars í ár.

Orsøkin til, at graslíkisvøllir eru komnir við í tilmælið, sum ein serstakur partur, er øll umrøðan av plastdálking, sum hevur verið seinnu árini. Serliga granulatið, sum verður fylt á vøllirnar, vísir seg í ein stóran mun at enda úti í náttúruni.

 >> SÍ EISINI ES: Graslíki bannast í 2022

Málið um granulatið í grasvøllum er komið upp á hægsta stig í Evropeiska Samveldinum, sum hevur gjørt av at arbeiða fram ímóti at bannað hesari gummifyllu 1. januar í 2022.

Fótbóltssamband Føroya fer at fylgja endaligu ES-avgerðini, tá hon kemur, segði aðalskrivarin hjá FSF við Kringvarpið fyri einari góðari viku síðani.

Ein av teimum, sum hevur hollast vitan um graslíkisvøllir her heima, er Ásvald Simonsen. Hann hevur síðani 1986 arbeitt í vinnuni, og nógv er broytt, síðani teir fyrstu vøllirnir blivu lagdir.

Plastið fer at hvørva

Vinnan tillagar seg alla tíðina, og so hvørt, sum nýggj vitan og nýggj krøv koma, eru vit til reiðar, sigur, Ásvald Simonsen við útvarpið.

Nú er ikki vist, at alt slag av granulati verður bannað í 2022, men tað er einki at ivast í, at granulat úr plasti ikki verður at síggja, metir Ásvald Simonsen.

Á Viðareiði er ein vøllur, sum ikki inniheldur granulat, og hann riggar væl til endamálið, sum er fótbóltur til børn og fríyrkisfólk, sigur Ásvald Simonsen. 

 >> SÍ EISINI Gummigranulat endar í náttúruni

Tá tað snýr seg um yrkisfótbólt, er neyðugt við granulati, og í løtuni verður arbeitt hart fyri at menna sløg, sum eru meiri umhvørvisvinarlig. Eitt av hesum sløgum verður rópt TPE, og verður millum annað brúkt í Runavík og á Skála. 

Ásvald Simonsen sigur, at framleiðararnir nokk skulu vera klárir, tá nýggju ES-reglurnar koma í gildi í 2022.

Í løtuni samráðast Evropeiska fótbóltssambandið og ES um eina loysn, tí eingin er áhugaður í, at vøllirnir í Evropa verða bannaðir. Fólkaheilsan skal eisini havast í huga, siga sambond og myndugleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584