Útróðrarflotin fingið nýggjar fiskidagar

Útróðrarflotin fingið nýggjar fiskidagar
Løgtingið samtykti í gjár at lata útróðrarflotanum fleiri fiskidagar
 
03.08.2019 - 10:45

Løgtingið samtykti í gjár, at hækka talið av fiskidøgum til útróðrarbátar í bólki 5b. Tvey uppskot vóru at taka støðu til, tá avtornaði. Eitt frá Fólkaflokkinum, sum mælti til at hækka talið av døgum til bólk 5b við 3.121 døgum.

Tað uppskotið fall. Og so eitt uppskot frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum um, at hækka dagatalið hjá bólki 5 við 1.127 døgum. Tað uppskotið varð samtykt, tó við eini broyting, so talið av døgum lendi á 2.150 døgum.

Økt veiðitrýst

Hóast broytingin økir samlaða veiðitrýstið, so metti ein stórur partur av løgtinginum, at tað var so lítið, at tað ikki gjørdi seg nevnivert inn á umsitingarætlanina.

Samlaða veiðan fyri bólk 5 fyrra hálvár í 2019 er 4.415 tons. Smærru avreiðingarnar á Fiskimarknaði Føroya umboða harvið bara fimm prosent av samlaðu veiðini.

Tískil kann staðfestast, at hesir dagarnir hava lítla ávirkan á samlaða veiðitrýstið fyri allan bólkin fyrra hálvár, skrivar landsstýrismaðurin í grundgeving sínari. 25 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, tveir ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652