Tikin fyri at sigla ávirkaður

Tikin fyri at sigla ávirkaður
Løgreglan tók í nátt bæði ein mann í báti og ein annan í einum bili, tí illgruni var um, at menninir vóru ávirkaðir
Illgruni er um, at ein maður hevur siglt ávirkaður av rúsdrekka og ein annar koyrt í bili ávirkaður um vikuskiftið
 
04.08.2019 - 10:40

Klokkan tvey í nátt ringdu fólk til løgregluna, tí tey høvdu illgruna um, at ein maður, sum var farin við báti úr Nólsoy, har Ovastevna var, sigldi ávirkaður. Fleiri onnur fólk vóru eisini í bátinum.

Brimil lá í Nólsoyarfirði, og fekk tí steðgað bátinum á fjørðinum. Illgruni var um, at maðurin - sum førdi bátin - var ávirkaður. Blóðroynd var tí tikin av manninum.

Klokkan seks í morgun fekk løgreglan eisini fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum millum Skálabotn og Skipanes. Tá løgreglan kom á staðið, fekk hon illgruna um, at maðurin var ávirkaður.

Blóðroynd varð eisini tikin av tí manninum. Maðurin er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum til nærri kanningar, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585