Harðskapsmál á Summarfestivalinum

Harðskapsmál á Summarfestivalinum
Ein vaktur fekk í nátt fleiri sløg frá einum manni, sum nú verður skuldsettur fyri harðskap
Ein maður verður nú skuldsettur fyri at hava framt harðskap á Summarfestivalinum í nátt
 
09.08.2019 - 07:56

Fyrsti dagur á Summarfestivalinum gekk sum heild friðaliga fyri seg, sigur vakthavandi á politistøðini. Tó varð eitt harðskapsmál skrásett.

Ein maður, sum var ávirkaður, royndi um tvey tíðina í nátt at klúgva upp um gyrðingina inn á festivaløkið, og tá vaktir steðgaðu honum, slóg hann frá sær.

Ein vaktur fekk fleiri sløg, áðrenn tað eydnaðist at sissa mannin. Politiið kom síðani eftir honum, og maðurin slapp at gista í klyvanum. Maðurin verður nú skuldsettur fyri at hava framt harðskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012