Nýggj ætlan skal koma í morgin

Nýggj ætlan skal koma í morgin
Í morgin, 15. august, skulu tveir umsøkjarar um menningarkvotur geva Fiskimálaráðnum eina rakstrarætlan fyri, hvussu kvotan skal brúkast
11.700 tons av svartkjafti vórðu latin í menningarkvotu í ár umframt makrel og norðhavssild
 
14.08.2019 - 12:51

Umsøkjarar um menningarkvotur í ár fingu svar 2. juli. Men í øllum umsóknum var nógv meiri fiskur enn umsøkjararnir fingu í menningarkvotu.

Tí vildi Fiskimálaráðið hava eina nýggja rakstrarætlan frá umsøkjarunum. Freistin var 14. juli. 

Men tveir umsøkjarar bóðu um og fingu longri freist. Annars hava umsøkjarar fingið endaligt svar úr Fiskimálaráðnum um menningarkvotu.

Tað ber tí til hjá teimum at søkja Vørn um loyvi at fiska menninagarkvotu. Seks umsøkjarar av teimum 37, sum søktu, fingu menningarkvotu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858