Fara í Landsrættin við Nortwest Pelagic

Fara í Landsrættin við Nortwest Pelagic
Fiskimálaráðið hevur avgjørt at skjóta dómin hjá Føroya rætti í málinum um loyvini hjá reiðaríinum Northwest Pelagic inn fyri Eystari landsrætt
Skipið hjá Nortwest Pelagic eitur Norðhavið.
 
15.08.2019 - 13:22

Fiskimálaráðið hevur avgjørt at skjóta dómin hjá Føroya rætti í málinum um loyvini hjá reiðaríinum Northwest Pelagic inn fyri Eystari landsrætt.

Føroya rættur kolldømdi avgerðina hjá Fiskimálaráðnum at staðfesta avgerðina hjá Vørn um ikki at geva Northwest Pelagic loyvi at fiska, tí útlendingar hava ræði á felagnum, sambært Vørn og Fiskimálaráðnum.

Hóast dómurin hjá Føroya rætti er rættiliga greiður, hevur Fiskimálaráðið avgjørt at royna málið í Landsrættinum.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey hava vent hvørjum steini og eru komin til ta niðurstøðu, at málið skal roynast í tveimum rættum.

Fiskimálaráðið fer at krevja frídøming í Eystari landsrætti eins og í Føroya rætti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964