Fleiri fráboðanir um ólógliga flúgving

Fleiri fráboðanir um ólógliga flúgving
Seinastu tíðina hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um, at dronur eru at síggja yvir bygdum øki og nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum
Løgreglan fær fleiri fráboðanir um ólógliga dronuflúgving, og heitir á fólk um at boða løgregluni frá
 
15.08.2019 - 09:31

Hetta er ikki loyvt, og løgreglan heitir tí á fólk um at fráboða politinum, um dronur eru at síggja yvir bygdum øki ella nærhendis flogvøllinum.

Tina Jacobsen, vaktleiðari á politistøðini, sigur við útvarpið, at tað serliga eru føroyingar, ið boða frá dronuflúgving, og at tað ofta eru útlendingar, sum flúgva við dronum uttan loyvi, tó ikki bara.

Serligt loyvi krevst

Tað krevst serligt loyvi at flúgva við dronum yvir bygdum øki. Í útgangsstøðinum skal talan vera um vinnuligt virksemi. Fyri at fáa loyvi at flúgva yvir bygdum øki krevst dispensatión frá Trafikstyrelsen. 

Hetta loyvi er ofta ikki fingið til vega. Tí heitir løgreglan á fólk um at boða frá dronuflúgving, antin tað er yvir bygdum øki ella nærri enn fimm kilometrar frá flogvøllinum.

Tað kann sjálvandi vera trupult, tí dronurnar røkka so langt, men vit heita á fólk um at siga frá, so vit hava okkurt at fara eftir og finna fram til dronuføraran, sigur Tina Jacobsen, vaktleiðari. 

Heita á fólk um at boða frá

Millum annað kunnu upplýsingar um til dømis nummarplátu vera hentar, um løgreglan skal finna fram til persónin.

Vitni vísa á, at tað ikki er óvanligt, at flogið verður við dronu á Trælanípuni, sum liggur við innflúgvingina til flogvøllin. 

Tað er ólógligt - og somuleiðis vandamikið -, sigur Tina Jacobsen, vaktleiðari hjá løgregluni, sum tí heitir á fólk um at boða frá.

Niðanfyri: Uppslag hjá løgregluni á Facebook í gjár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012