Krúnprinsurin vitjaði Listasavnið

Krúnprinsurin vitjaði Listasavnið
Fólk, sum vitjaðu Listasavnið týsdagin, gjørdust helst bilsin
 
15.08.2019 - 10:37

Savnsgestirnir á Listasavni Føroya gjørdust bilsnir, tá ið teir seinnapart týsdagi sóu krúnprinsin ganga runt millum gestirnar og hyggja at listaverkunum á Listasavninum, uttan at vitjanin hjá krúnprinsinum varð kunngjørd frammanundan.

Krúnprinsurin vildi, sum part av síni óalmennu vitjan í Føroyum, vitja Listasavn Føroya aftur og uppliva fjølbroytta savnið av listaverkum umframt at verða dagførdur um tey nýggjastu rákini í føroyskari samtíðarlist.

Ein vitjan, sum krúnprinsurin fór til við stórum áhuga, sigur savnsstjóri Karina Lykke Grand, sum vísti krúnprinsinum runt á savninum.

Stóran kunnleika um listina

Krúnprinsurin hevði stóran kunnleika um fleiri myndevni, bæði eldri listaverk og meira nýmótans verk á savninum. Stóri áhugin hjá krúnprinsinum fyri føroyskari list var sera týðiligur í prátinum, greiðir Karina Lykke Grand frá.

Meðan rundvísingin var, vóru tað serliga lýsingarnar hjá listafólkunum av havinum, landslagnum, fjøllunum og føroyskum siðvenjum, eins og tær modernaðu Føroyar, sum hugtóku krúnprinsin.

Tað hevur verið ein stór uppliving at fáa vitjan av krúnprinsinum, og tað var deiligt at síggja, at krúnprinsurin kendi landafrøðina í nógvum myndevnum hjá listafólkunum frá sínum vitjanum í Føroyum, sigur Karina Lykke Grand.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887