Kunnu byggjast aðrastaðni

Kunnu byggjast aðrastaðni
MARK, ið stendur fyri leiguíbúðarætlanini undir Kongavarða á Argjum, kann væl góðtaka, at byggingin verður flutt
Íbúðirnar, sum MARK hevur ætlanir um, at byggja undir Kongavarða, kunnu eisini byggjast aðrastaðni, sigur stjórin í felagnum
 
16.08.2019 - 09:24

– Men fyri at fáa rakstur í, er neyðugt at byggja eini 90 íbúðir ella har á leið, sigur Gordon Rajani, stjóri hjá MARK.

Fyrradagin boðaði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen frá, at býraðið nú kannar, um tað ber til at tillaga ætlanina við leiguíbúðarbyggingini undir Kongavarða. Um tað ikki ber til, royna tey, at finna annað stykki, at byggja á.

 >> SÍ EISINI Borgarstjórin bakkar

Stjórin hjá MARK, ið stendur fyri umstríddu byggingini, sum íbúðarfeløgini undir og eystan fyri Kongavarða hava mótmælt, sigur, at tey fingu ein fyrispurning frá borgarstjóranum um tað var gjørligt, at tillaga ella flyta, um hetta varð neyðugt.

Gordon Rajani, stjóri, sigur við Kringvarpið, at borgarstjórin fekk at vita, at hetta kundi MARK gott góðtaka, men hann boðaði samstundis borgarstjóranum frá, at um ikki skjótt varð borið at, so kundi talan verða um seinkingar.

Talið kann ikki minka

Vit ynskja, at halda fast í verandi verkætlan, sum er klár at fara í gongd. Verkætlanin er komin somikið langt, at vit kundu havt fyrstu íbúðirnar klárar komandi summar, sigur Gordon Rajani.

Men nú verkætlanin hevur fingið so stóra mótstøðu frá grannunum, halda vit tað er ómotiverandi at byrja undir verandi umstøðum. Tí góðtóku vit umbønina frá borgarstjóranum um at tillaga ella flyta verkætlanina, sigur hann.

At flyta byggingina, kann MARK góðtaka, men verður talan um at minka um talið á íbúðum, so verður verri.

Ikki mist mótið

Fyri at fáa rakstur í leiguíbúðir, er neyðugt við eini ávísari nøgd. Tí ber illa til at bara minka um verkætlanina. So ella so, mugu vit helst uppá 94 íbúðir, sigur Gordon Rajani.

Tað, at mótstøðan hevur verið so stór, hevur ikki heilt tikið mótið frá Gordon Rajani og hansara fólki, men tað er ikki serliga motiverandi at arbeiða við at fáa bøtt um íbúðarneyðina, tá ið tað gongur so trekt, sigur hann.

Vit hava 171 spent fólk á bíðilista, sum javnan ringja og spyrja nær íbúðirnar verða lidnar. Hvat skulu vit svara teimum nú, spyr stjórin.

Fundast í dag

 Vit hava eisini lagt nógva orku í og brúkt nógvan pening uppá verkætlanina, har vit millum annað hava brúkt ráðgevarar, teknað, roknað, samskift við fíggjarstovnar, arkitektar og aðrar veitarar, sigur Gordon Rajani.

Tí eru vit í eini sera keðiligari støðu nú, leggur hann afturat. Hann sigur seg ikki rættiliga skilja mótstøðuna, tí verkætlaninin hevur hildið seg innanfyri allar reglur og mannagongdir, og tað ætlar hann, at ætlanin eisini skal gera í framtíðini.

Annika Olsen hevur boðað MARK frá, at møguligar tillagingar ella bygging á einum øðrum stykki ikki skal hava seinkingar við sær. MARK og borgarstjórin skulu í dag á fund um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851