Suður- og Norðurkorea sameinast áðrenn 2045

Suður- og Norðurkorea sameinast áðrenn 2045
Moon Jae-in, forseti í Suðurkorea, segði í eini sjónvarpsrøðu í gjár, at hann fegin vil hava frið í lag við Norðurkorea
Kim Jong-un og Moon Jae-in avmyndaðir eftir at teir undirskrivaðu eina avtalu, sum hevur til endamáls at fáa londini tættari
Mynd: AP  
 
16.08.2019 - 07:52

Tað segði forsetin í Suðurkorea í sambandi við, at tað eru 74 ár síðani loysing frá Japan undir øðrum veraldarbardaga. 

Í røðu síni segði forsetin í Suðurkorea, at hann vónar, at Suður- og Norðurkorea verða sameind áðrenn 2045. Men tað vil norðurkoreanski leiðarin ikki.

Sambært BBC gevur Kim Jong-un Suðurkorea skyldina fyri teimum stríðsmálum, sum eru millum londini bæði. Tí vil hann ikki hitta suðurkoreanska forsetan, sigur hann í dag, sambært BBC.

Suðurkoreanski forsetin bjartskygdur í gjár

Eg lovi, at skapa grundarlag fyri, at bæði londini kunnu vera vertir til Olympisku leikirnar í 2032 - sum eitt sameint Korea, segði Moon Jae-in í røðu síni í gjár.

Londini bæði hava meldað seg sum vert til Olympisku leikirnar í 2032, men tað er enn óvist, hvør verður vertur. Norður- og Suðurkorea hava formliga verið í kríggi síðani 1950. 

Norðurkorea hevur gjørt kjarnorkuvápn. Sjálvt um Donald Trump, forseti, hevur hitt Kim Jong-un tvær ferðir, er tað enn ikki eydnast pørtunum, at semjast um, hvat skal henda við kjarnorkuvápnunum hjá Norðurkorea.

Kim Jong-un ikki so samstarvssinnaður

USA hevur sett fleiri revsitiltøk í verk mótvegis Norðurkorea. Seinastu vikurnar hevur Norðurkorea gjørt fleiri rakettroyndir, og rakettroyndirnar plaga at vera eitt greitt tekin um, at leiðarin í Norðurkorea er ónøgdur við støðuna. 

Tíðin er komin til, at bæði Norður- og Suðurkorea saman við USA fara at hugsavna seg um, at fáa friðaravtalur í lag. Hetta skal gerast skjótast gjørligt, segði Moon Jae-in, suðurkoreanski forsetin, í røðu síni í gjár. 

Men ynskið hjá suðurkoreanska forsetanum verður neyvan uppfylt, tí Kim Jong-un boðar frá í dag, at hann ikki hevur ætlanir um eitt sameint Korea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010