Ráðgevi váttar: Trump umhugsar at keypa Grønland

18.08.2019 - 17:16
AktueltÚtheimurin
Ráðgevi váttar: Trump umhugsar at keypa Grønland
Danmark eigur Grønland, og Danmark er sameindi hjá okkum, sigur búskaparligi ráðgevin hjá forsetanum
 

Búskaparligi ráðgevin í Hvítu húsunum, Larry Kudlow, váttar nú, at Donald Trump, forseti, umhugsar at keypa Grønland.

Tað sigur hann í samrøðu við sjónvarpsstøðina, Fox News.

- Forsetin, sum veit bæði eitt og annað um at keypa ognir, umhugsar tað.

- Hetta er ein áhugaverd søga, sum mennist. Vit kanna málið, men vit vita ikki. Fyrrverandi forsetin, Harry Truman, ætlaði eisini at keypa Grønland. 

- Danmark eigur Grønland, og Danmark er sameindi hjá okkum. Grønland hevur strategiskan týdning, og har er nógvur málmur, sigur Larry Kudlow.

Ráðgevar kanna

Tað var í síðstu viku, at amerikanskir miðlar vistu at siga, at amerikanski forsetin hevur hug at keypa Grønland.

Wall Street Journal og Washington Post endurgóvu ónevndar keldur, sum standa forsetanum nær, fyri at siga, at Trump hevði sett løgfrøðingar og ráðgevarar at kanna, um USA kann keypa Grønland.

Ikki til sølu

Men grønlendsku myndugleikarnir vístu alt fyri eitt aftur, at Grønland er á sølulista.

- Grønland er ikki til sølu, men vit eru opin fyri at samráðast, við tí endamáli samstarva við onnur lond, á jøvnum føti, stóð í boðunum frá grønlendska sjálvstýrinum. 

Donald Trump kemur til Danmarkar á almenna vitjan 2. og 3. september. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Tá makrelurin broytti Føroyar (1:6)
111887
Mánadag 3. august
Umhvørvið og eg - klæðir
111635
Mánadag 3. august
Fótbóltsprát 3. august
111945
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807