Føroyar við í danskari kapping um ferðavinnu

Føroyar við í danskari kapping um ferðavinnu
Føroyar eru við, tá Danish Travel Awards 2019 verður í Keypmannahavn 2.oktober
Smyril Line er við í kapping um besta ferðafólkareiðarí.
 
23.08.2019 - 12:31

Føroyar eru við, tá Danish Travel Awards 2019 verður í Keypmannahavn 2.oktober.

Føroyar eru við í fýra innstillingum.

Atlantic Airways er innstillað sum besta evropeiska rutuflogfelag og besta charterflogfelag.

Føroyar eru innstillaðar sum besta land í Evropa at ferðast í, og Smyril Line er innstillað sum besta ferðafólkareiðarí.

Nummar eitt í fjør

Atlantic Airways vann bólkin besta charterflogfelag í fjør.

20 bólkar eru í kappingini, sum í ár verður hildin fyri 24.ferð. 300 innstillingar eru.

2.500 fólk finna vinnararnar í Danish Travel Awards 2019, sum talgildi miðilin Standby stendur fyri.    

Greiningarfyritøkan Epinion ger kappingina fyri Standby.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819