Tilmæli til formansskap um at enda mál um pengar

Tilmæli til formansskap um at enda mál um pengar
Formansskapurin í fólkatinginum fær í oktober roknskapirnar um fíggjarligan stuðul, sum bólkarnir í fólkatinginum fingu í fjør
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
 
23.08.2019 - 12:59

Formansskapurin í fólkatinginum fær í oktober roknskapirnar um fíggjarligan stuðul, sum bólkarnir í fólkatinginum fingu í fjør.

Á tí fundinum fer formansskapurin væntandi eisini at viðgera yvirskipaðu reglurnar ella sjónarmiðini um bólkastuðulin til tingfólkini úr Føroyum og Grønlandi, ella til fólkatingsbólkarnar úr Norðuratlantshavi.

Umsitingin hjá fólkatinginum mælir formansskapinum til ikki at gera meira við málið um, hvussu Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur brúkt pengarnar, hann hevur fingið frá fólkatinginum.

Sjúrður Skaale hevur fingið gjørt eitt upprit um umhvørvis- og orkupolitikk fyri Javnaðarflokkin í Føroyum, sum starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vóru við til at gera. 

Sjúrður Skaale hevur sent formansskapinum hjá fólkatinginum eina frágreiðing um penganýtsluna.

Umsitingin hjá fólkatinginum hevur svarað honum, at frágreiðingin verður send formansskapinum við tí tilmæli, at hon verður tikin til eftirtektar, og at einki verður gjørt við málið. 

Vágaportalurin hevur kært Sjúrð Skaale til fólkatingið í sambandi við penganýtsluna.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851