Partarnir handað hvør øðrum krøvini

Partarnir handað hvør øðrum krøvini
Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna, sum er fakfelagið hjá flogternunum, ið starvast hjá Atlantsflogi, eru byrjaðar
 
03.09.2019 - 08:15

Partarnir handaðu hvør øðrum krøvini í gjár, og samráðingarnar halda fram seinni í mánaðinum, sigur arbeiðsgevarafelagið. Nevndin í Súluni er mannað av nýggjum, og samráðingarnar eru fyri allar flogternur hjá Atlantsflogi, bæði í Føroyum og Danmark.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at verkfalsfráboðanin frá Flyvebranchens Personale Union, FPU, fevnir bara um støðina hjá Atlantic Airways í Keypmannahavn, men hon rakar ikki flogternurnar, sum hava støð í Vágum, sigur felagið.

Føroya arbeiðsgevarafelag sigur eisini, at felagið er ikki fevnt av verkfalsfráboðanini frá FPU, og nú samráðingar eru byrjaðar við Súluna, væntar felagið, at verkfalsfráboðanin fyri støðina hjá Atlanstflogi í Keypmannahavn verður tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585