Fínteljingin broytti ikki løgtingsvalið

bannari
Fínteljingin broytti ikki løgtingsvalið
Tey 33, sum blivu vald leygardagin, eru framvegis vald eftir fínteljingina
Nú er endaliga staðfest, hvør verður í løgtinginum eftir valið leygardagin
 
05.09.2019 - 11:15

Fínteljingin í gjár eftir løgtingsvalið leygardagin broytti ikki úrslitið. Poul Michelsen fekk seks atkvøður afturat, so hann hevur 271 atkvøður.

Ruth Vang fekk eina atkvøðu afturat og fekk tí 265 atkvøður. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, er tí framvegis valdur í løgtingið.

Spennandi var eisini í Javnaðarflokkinum, har Bjarni Hammer hevði tríggjar atkvøður fleiri enn Eyðgunn Samuelsen. Her gjørdist uppaftur meira spennandi.

Tí Eyðgunn Samuelsen fekk eina atkvøðu afturat, og fekk tí 269 atkvøður. Men Bjarni Hammer fekk 271 atkvøður. So munurin millum tey bæði minkaði niður í tvær atkvøður.

Tvey jøvn

Hjá Fólkaflokkinum fingu Annika Olsen og Brandur Sandoy sama atkvøðutal, 289 atkvøður. Annika Olsen fekk eina atkvøðu afturat í fínteljingini, og Brandur Sandoy fekk tvær atkvøður afturat. 

Løgtingsvalnevndin avgjørdi tí við lutakasti, at Annika Olsen er nummar 10 á listanum, og Brandur Sandoy er nummar 11.

Tað merkir, at Annika Olsen er annar tiltakslimur hjá Fólkaflokkinum. Heðin Zachariasen er fyrsti taltakslimur hjá flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819