M/S Prince siglir færri túrar um Suðuroyarfjørð

M/S Prince siglir færri túrar um Suðuroyarfjørð
Ferðamannaskipið, Prince, skal avloysa strandfaraskipið Smyril, sum fer í dokk tann 20. september, men siglir færri túrar
 
06.09.2019 - 17:16

Ferðaætlanin er í tráð við altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er nakað øðrvísi enn ferðaætlanin hjá Smyrli, skriva Strandfaraskip Landsins.

Prince siglir bara tveir túrar um dagin um Suðuroyarfjørð, umframt at Prince liggur á Tvøroyri hvørja nátt. Eisini er longri millum túrarnar, enn vanligt, m.a. tí Prince er væl størri skip enn Smyril, og kann tí brúka meira tíð til at leggja at og fara frá bryggju.

Ferðaætlanin verður eftirmett, tá skipið hevur verið í sigling í eina viku, skrivar Strandferðslan. Ferðaætlanin fyri siglingina hjá Prince millum Havnina og Suðuroy er klár og sæst á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887