Arbeiðaraflokkurin stóra afturgongd á lokalvalinum

Arbeiðaraflokkurin stóra afturgongd á lokalvalinum
Høgriflokkurin og norsku sosialdemokratarnir í Arbeiðaraflokkinum fingu ein framman á á lokalvalinum í gjár
 
10.09.2019 - 07:47

Tað er greitt, nú allar atkvøður eru taldar tíðliga í morgun, skrivar NRK. Arbeiðaraflokkurin hevði afturgongd upp á átta prosentstig.

Sostatt fær flokkurin bara 24,8 prosent av atkvøðunum samanborið við nærum 33 prosent á lokalvalinum fyri fýra árum síðani.

Konservativi flokkurin hjá Ernu Solberg fær góð 20 prosent av atkvøðunum, tað er afturgongd uppá trý prosentstig.

Senterpartiet stóri vinnarin

Stóri vinnarin á valinum er Senterpartiet, sum hevði framgongd upp á seks prosentstig og fekk tilsamans 14,4 prosent av atkvøðunum. Einsini umhvørvisflokkurin, Tey Grønu, hevði stóra framgongd í fleiri býum. Í Oslo fekk flokkurin 15,2 prosent av atkvøðunum og gjørdist triðstørsti flokkur.

Hóast Arbeiðaraflokkurin hevði stóra afturgongd, so er lokalvalið, sambært norsku valmyndugleikunum, farið til vinstru. Reyðu flokkarnir í Noregi hava framgongd og fáa nærum 56 prosent av atkvøðunum.

Tað merkir, at góður møguleiki er fyri reyðum samgongum í nógvum norskum kommunum og fylkjum. Valluttøkan á lokalvalinum var, at 64,5 prosent vóru á kommunuvali, og sløk 60 prosent á vóru á vali til norsku fylkini, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887