ES-nevndin tilnevnd

10.09.2019 - 15:34
AktueltÚtheimurin
ES-nevndin tilnevnd
Nýggja forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, kunngjørdi í dag limirnar í ES-nevndini, sum tekur við í heyst
 

26 nevndarlimir, ein úr hvørjum ES-landi, eru tilnevndir. Bretland fær ongan nevndarsess, tí bretar eru á veg úr evropeiska samveldinum.

Margrethe Vestager úr Danmark, sum hevur verið ES-nevndarlimur í kappingarmálum, verður næstforkvinna í ES-nevndini. Hennara málsøki verður talgilda menningin.

Tríggir næstformenn í ES-nevndini

Margrethe Vestager heldur eisini fram sum ES-nevndarlimur í kappingarmálum. 

Michel Barnier, sum var ES-nevndarlimur seinasta valskeið, fer framvegis at standa á odda fyri samskiftinum við Bretland um ES.

Tríggir næstformenn eru í ES-nevndini. Niðurlendingurin, Frans Timmermans, er fyrsti næstformaður, og berst forkvinnuni, Ursulu von der Leyen, frá, røkir hann formanssessin.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. desember
Náttargalin úr Kursk
101558
Leygardag 14. desember
Kjakaríið: Heri, Theresa og Rani
102254
Leygardag 14. desember
Leygardagur 14. desember 2019
102257
Leygardag 14. desember
Góðan morgun Føroyar 131219
102247
Leygardag 14. desember
Morgunlesturin leygarmorgunin 14. desember 2019
102181
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. desember
Hyggjuráðið 04
102239
Fríggjadag 13. desember
Ummæli: Sorry We Missed You
102231
Fríggjadag 13. desember
Ummæli: Rick and Morty
102227
Fríggjadag 13. desember
Ummæli: Last Christmas
102226
Hósdag 12. desember
Við trøum skal land prýðast
102158