Mæla fólki frá at roykja e-sigarettir

Mæla fólki frá at roykja e-sigarettir
Danska Heilsustýrið mælir nú børnum og ungum, barnakonum, og kvinnum, sum geva bróst, frá at roykja e-sigarettir
Donsku myndugleikarnir mæla nú fólki frá, at roykja e-sigarettir, sum hava verið á marknaðinum í umleið 10 ár
 
11.09.2019 - 08:06

Eingin eigur at roykja e-sigarettir. Tað er øll vitanin um skaðan, hesar sigarettir kunnu elva til, sum eru atvoldin til, at vit mæla frá at roykja tær.

Tað sigur Niels Sandø, sum er eindarstjóri í Heilsustýrinum, við danska blaðið, Politiken.

Vit vita einki um langtíðarárinini av e-sigarettum, men eingin ivi er um, at tær eru heilsuskaðiligar. Framtíðin fer at vísa, hvussu skaðiligar tær eru, og tí eru vit stúrin, sigur hann.

Tey, sum gera tubbak, taka undir við, at børn og ung, barnakonur, og kvinnur, sum geva bróst, skulu ikki roykja e-sigarettir.

Men felagið hjá tubbaksframleiðarum undrast á, at Heilsustýrið mælir roykjarum frá at roykja e-sigarettir, tí eftir teirra tykki eru e-sigarettir ikki so heilsuskaðiligar sum vanligar sigarettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887