Samgongan verður borgarlig

bannari
Samgongan verður borgarlig
Tað verður ein samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, er júst vorðið greitt
 
13.09.2019 - 13:30

Nýggja samgongan verður ein borgarlig samgonga millum teir tríggjar flokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, ið hava samráðst í eina góða viku.

Tað er greitt, eftir at Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari og formaður í Sambandsflokkinum, klokkan 13:29 kom út aftur frá løgtingsformanninum.

– Eg havi givið løgtingsformanninum tey boðini, at A, B og H eru samdir um, at skipa nýggja samgongu, segði Bárður á Steig Nielsen, tá hann var komin út aftur.

Framvegis fáorðaður

Tað fer ikki at nerva arbeiðslagið millum teir tríggjar flokkarnar, ið fara at skipa samgongu, at Sambandsflokkurin tosaði við aðrar flokkar áðrenn endaligu semjuna um eina borgarliga samgongu.

– Tað harmar meg, at tað varð neyðugt at tosa við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, áðrenn hendan samgongan kom uppá pláss, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Samráðingarleiðarin vil í løtuni ikki siga, hvussu býtið á málsøkjum fer at verða millum flokkarnar. Hann vil heldur ikki siga, hvør verður løgmaður í nýggju, borgarligu samgonguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652