– Eg veit ikki, um hetta ber á mál

bannari
13.09.2019 - 11:33
AktueltPolitikkur
– Eg veit ikki, um hetta ber á mál
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, hevur nú sett seg í samband við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn
 

– Eg hevði ikki farið og tosað við teir (floksformenninar, red.), um eg ikki hevði góðar vónir. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, við útvarpið.

Hann fer nú á fund við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn í royndini at skipa nýggja samgongu, eftir at tað slitnaði millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin í morgun.

– Millum hesar flokkarnar eru tað serliga spurningarnir um tað ríkisrættarliga og nakrar ósemjir um fiskivinnuna, sum flokkarnir eru ósamdir um, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Freist til klokkan 13

– Tað er torført at siga, um hetta fer at bera á mál, men eg havi fingið til klokkan 13 frá løgtingsformanninum, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari.

Vísir tað seg, at útlitini hjá teimum trimum flokkunum ikki er lív lagað, at fara undir veruligar samráðingar, má Bárður á Steig Nielsen takka fyri seg sum samráðingarleiðari.

Hendir tað, verður skipað fyri einum nýggjum formansumfari. Tá skulu formenninir í teimum politisku flokkunum peika á ein nýggjan samráðingarleiðara.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. januar
Áðrenn Elvis
119095
Mánadag 18. januar
Nón 18. januar 2021
119091
Mánadag 18. januar
Norðurljóð 18.januar 2021
119085
Mánadag 18. januar
Vit støkka inn á gólvið
119087
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. januar
Marnar F. Kristiansen, Fróðskaparsetrið
118833
Sunnudag 17. januar
Andaktin
119046
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta í kirkjuni við Norðskála
119037
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890